Í føroyum búðu høvdingar tveir
Tróndur og sigmundur itu teir
Noregs menn! Dansið væl í stillum
Stilli tykkum allar
Riddarar, noregs menn!
Dansið væl í stillum
Sigmundur búði skúvoy á
Tróndur búði við gøtuvág
So grammur var tróndur, hann hugsar ilt
Sigmundur hevur vár’ veitslu spilt
Tróndur hann situr í sínari lon
Tit heintið mær sjúrða tollaksson
Tit heintið mær gutta og láa tór
Snarliga boð eftir teimum fór
Inn komu garpar og søgdu so
Hvat vilt tú, tróndur, tú sendi oss boð?
Eg havi sent tykkum boðini tey
At tit skulu hjálpa til sigmunds deyð
Tit hvessið spjót, tit hvessið knív
Tað skal galda sigmunds lív
Hetta mítt ráð man vera gott
Vit skulu herja á hann á nátt
Teir samlaðu saman sveinar og menn
Og gingu til strandar allir í senn
So sigldi tróndur skúvoyarfjør
Skútan bognaði sum ein gjør
So myrk var náttin, og skútan gegg
So blíðan byrðin tróndur fekk
Myrk var náttin, og skútan rann
Teir hildu beint mót skúvoy fram
Eingin vardi, teir komu hartil
Alt gekk til, sum tróndur vil
Skramblaðu teir við vápnum hart
So hurðar gingu í smildur snart
Sigmundur vaknar úr svøvni brátt
Hvør brýtur inn á meg í nátt?
Hann, sum brýtur tínar dyr
Tað er tann maður, tú háaði fyrr
Sigmund helt sítt svørð ímót
Fimm fullu høvur á tróndar fót
Sigmundur høggur av makt og vold
Trý fullu høvur á tróndar skjold
Tróndur hann var til ilsku fús
Tit setið nú eld á sigmunds hús!
Sigmundur talar til frænda sín
Nú má eg rýma av húsi mín’
Einar úr suðuroy, hans frændi tór
Eingin annar við sigmundi fór
Sigmunds hústrú stendur við vegg
Tú hoyr meg, tróndur gøtuskegg
Stríðist tú móti konu og børn
So ert tú grískari enn ein bjørn
Tit sløkkið eld, tit stingið inn knív!
Eg stríðist bert um sigmunds lív
Tróndur vendi borgini frá
Beint ímót’ sum sigmundur lá
Tróndur hevði so fyri orð
Eg kenni royk av sigmunds sporð
Tróndur biður teir hava mót
Eg kenni royk av sigmunds fót
Teir gingu fram um grøna lund
Teir dvøldust við gjónna eina stund
Sigmundur sær um gjónna brá
Steingríms høvur á vølli lá
Sigmundur aftur um gjónna sprakk
Svørðið úr hans hondum stakk
Sigmundur flýddi á oynna norð
Tróndur hevði tá manndómsorð
Sigmundur kastaði í havið seg
Einar og tóri sama veg
Tá Ið tróndur hetta sá
Aftur at báti skundar hann tá
Aftur at báti skundar hann tá
Men ikki kundi hann sigmundi ná
Svimja teir tríggir við miklari ferð
Sum streymur harður á firði er
Tórur aftur um seg sá
Nú tekur einar at dragna frá
Sigmundur gjørdi sær tann ómak
Hann legði einar á sítt bak
Tórur rætti sigmundi hond
Nú hevur einar givið upp ond
Sigmund slepti einar’ av
Suðuroyarfjørður varð hans grav
Sigmundur svimur og frændi hans
Enn er fjórðingur eftir til lands
Tórur legði seg bylgju ímót
Nú eri eg givin í hond og fót
Tú svim til lands, legg einki í meg!
Eg eri farin, men redda teg
Svaraði sigmund’, í sjónum sat
Ei, mín frændi, skiljast vit at
Vit vóru saman í mangari ferð
Ei mín frændi, skiljast vit her
Sigmundur var í orðum trygg’
Hann legði tóra á sín rygg
Sigmundur svimur av allari makt
Nú hava vit at landi lagt
Brimið tað brýtur sum boðaslóð
Tað tóra niður at botni dró
Sigmundur var ein menskur mann
Men ikki bóru beinini hann
Tá hann hevði svomið tann veg so lang
Hann legði seg stillan niður í tang
Torgrímur átti sandvík fyrr
Hann sá ein morgun út fyri dyr
Torgrímur hugdi mót tara út
Eg meini, eg síggi ein reyðan klút
Tórgrímur talar til dreingir tveir
Tit vitið, um har er nakað meir
Inn koma dreringir og siga frá
Stórur maðu rí tara lá
Ein stórur maður í tara lá
Ongum líkari enn sigmund’ at sjá
Torgrímur tók sær øks í hond
So fór hann til sjóvarstrond
Torgrímur niður í taran sær
Maktarleysur lá sigmundur har
Torgrímur talar til sveinar sín’
Gullringur sigmunds skal vera mín!
Dreingir, tit haldið mær í hans hár
Meðan eg gevi honum banasár
Dreingir, tit haldið (í) hans hár í topp
Meðan eg skilji høvur frá kropp’
Dreingirnir hildu í hans hár
Meðan hann gav honum banasár
Dreingirnir hildu (í) hans hár í topp
Meðan hann skilti høvur frá topp
Gullringin bóru teir heim til hús
Men kroppin gróvu teir í sand og grús
Ein slíkan enda sigmundur fekk
Hans líki ei í føroyum gekk